Gerst limur í Yrkisfelag Miðnám (YF)

YF varð stovnað í 1982 og er fakfelagið fyri lærarar á Føroya Studentaskúla og HF-skeið, Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, Studentaskúlanum og HF-skeiðið í Eysturoy og HF-skeiðnum í Klaksvík, Studentaskúlanum í Suðuroy, Føroya Handilsskúla og á Føroya Skúlabókagrunni. Í YF eru nú umleið 200 limir, og felagið hevur heimstað í Varðagøtu 8, FO - 100 Tórshavn.
Styrið í YF hevur fimm fólk, tey verða vald beinleiðis av limunum. Á hvørjum starvsstaði er eitt álitisfólk; í Hoydølum eru tó tvey. Aðalfundur er á hvørjum ári í seinasta lagi á pálsmessu 25. januar.
YF veitir ráð og vegleiðing um øll sáttmálaviðurskifti.
YF samráðist við Lønardeildina um sáttmálar og sáttmálaviðurskifti.
Um limir biðja YF um at taka mál upp, tekur YF málið upp, um styrið metir, at alt ikki er farið rætt fram. Tá kannar YF málið, samráðist við arbeiðsgevaran og, um neyðugt, letur styrið málið til sakførara at avgreiða.
YF veitir limum, sum biðja um tað, ráð og sakføraravegleiðing, um tey verða søgd úr starvi.
YF samstarvar við onnur fakfeløg, serstakliga GL, og YF er limur í NLS (Nordiske Lærerorganisationers Samråd). YF útvegar ”Gymnasieskolen” til lærarastovurnar.
Limir í YF hava sínar eftirlønir og pensjónir í LÍV.
Sum limur í YF ert tú tryggjað/-ur við samlagstrygging, sum fevnir um útgjald (skattafrít) við deyða á kr. 600.000 fyri limir undir 50 ár, kr. 500.000 millum 50 og 59 ár og kr. 400.000 fyri limir millum 60 og 66 ár og eitt útgjald á kr. 100.000 við hættisliga sjúku.(Les tryggingartreytir, trýst her)
Limagjaldið er 1,5 % av føstu mánaðarlønini, tó í minsta lagi kr. 275 um mánaðin, um limagjaldið eisini fevnir um samlagstryggingina. Um títt gjald er minni enn kr. 275, kanst tú gjalda munin til YF eftir avtalu.
Um tú fert í farloyvi eigur tú at tosa við YF ella LÍV um samlagstryggingina. Um samlagstryggingin skal halda fram mást tú gjalda kr. 275 um mánaðin til YF.


Tak niður umsóknarblað til at gerast limur í YF.